Jógvan Martin Olsen, Øssur Hansen, Eli Hentze og danski Thomas Thinggaard eru settir sum fótbóltsmennarar hjá fótbóltssambandinum.
– Endiliga, havi eg hug at siga.
Soleiðis byrjaði Pætur S. Clementsen, tekniskur stjóri í fótbóltssambandinum tíðindafundin á Tórsvølli, tá fótbóltsmennararnir blivu settir.
Thomas Thinggard er 29 ára gamal og úr Søvring í Danmark. Hann flytur við familju til Føroya at arbeiða. Hann verður presenteraður sum nýggja íkastið til føroyska fótbóltsumhvørvið, og sum ein maður, ið hevur arbeitt við bæði breiddarfótbólti og elitufótbólti.
FSF fekk um 30 umsóknir.