Hesi trý hava svikið tey sum eru ringast fyri

Tað er heilt vanligt, at fólk koma í ta eyðmýkjandi støðu, at kortið fer ikki ígjøgnum tá ið tey eru og keypa. Høgni Hoydal skilir væl, at fólk eru ótolin, men tað verður ikki leingi at bíða

Hesi trý hava svikið og tað kunnu tey ikki vera bekent, segði Sonja Jógvansdóttir, samskipari í samtaki

Eg skilji væl, at fólk eru ótolin. Tað staðfesti Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Løgtinginum hendan dagin tey umrøddu fíggjarlógina fyri í ár. Og tað hann sipar er, at at nú prísirnir eru so nógv hækkaðir, hevur samgongan sett sær, at stuðla teimum fíggjarliga, sum eru allar ringast fyri.

 

Men á fíggjarlógini, sum varð løgd fram hendan dagin, er einki sett av til endamálið. Og tað hevur vakt ans, og eisini tinglimir í samgonguni sjálvari, eru misnøgd við tað.

 

Høgni Hoydal segði, at hann skilir væl, at fólk eru ótolin, men hann vissar kortini um, at arbeitt verður við málinum. Arbeiðið er komið rættiliga langt, men atað er ikki heilt liðugt enn. Og hann sigur, at tað verður eisini heilt skjótt, at eitt uppskot verður lagt fyri Løgtingið. Og í KvF um vikuskiftið váttaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna tað sama. Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini lovar samstundis, at tá ið tað kemur, skal Fíggjarnevndin ikki leggjast á málið, men avgreiða tað skjótt.

 

Ein av teimum, sum reisti málið í Løgtinginum, var Árni Skaale,  tingmaður fyri Fólkaflokkin. Samgongan hevur reypað av, at tað eru 140 milliónir í avlopi á fíggjarlógini í ár, og Árni Skaale spurdi, hva hevur størri týdning, at hava 140 milliónir í avlopi enn at hjálpa fólki, sum eru í ringaru neyð.

 

Á fundi í Løkshøll í farnu viku, fanst Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, hvassliga at arbeiðsmátanum hjá samgonguni. Hon sigur, at tað er nú, tað er brúk fyri hjálp fyri at fáa mat á borðið, og ikki um eina tíð. Feløgini, sum eru í Samtaki, eru Føroya Arbeiðarafelag, Fiskimannafelagið, og bæði arbeiðarfeløgini í Klaksvík.

 

Sonja Jógvansdóttir staðfesti samstundis, at starvsfólk í handlum hava váttað fyri henni, at tað er javnan at tá ið viðskiftafólk koma til kassan, og skulu rinda, koma tey í tað eyðmýkjandi støðu, at visakortið ikki fer ígjøgnum.

 

– Hetta er veruleikin hjá nógvum fólkum í dag, sigur hon, men samgongan hevur svikið tey, sigur hon.

 

Hesi trý hava svikið og tað kunnu tey ikki vera bekent, segði Sonja Jógvansdóttir, samskipari í samtaki