Javnaðarflokkurin er fyrsti flokkurin at kunngera listan við valevnum til fólkatingsvalið, sum verður 5. funi. Flokkurin hevur gjørt av at silla 15 valevni upp. Og tað eru allar topp-politikararnir í flokkinum, sum stilla upp, tað við siga, allir løgtingslimirnir, og øll landsstýrisfólkini - og so sjálvsagt eisini verandi fólkatingsmaður fyri flokkin, Sjúrður Skaale.
Men so eru eisini nøkur valevni afturat, sum ikki eru beinleiðis uppi í politikki í dag, men har onkur av teimum í hvussu so er, eisini fara at stilla upp til løgtingsvalið, sum verður seinni í summar.
Tey 15 valevnini, sum stilla upp fyri Javnaðarflokkin, eru:
1. Aksel Vilhelmson Johannesen
2. Barbara Gaardlykke Apol
3. Bjarni Hammer
4. Djóni Nolsøe Joensen
5. Eyðgunn Samuelsen
6. Finnbjørn Vang
7. Gunnvá Tróndardóttir Joensen
8. Heðin Mortensen
9. Helena Dam á Neystabø
10. Henrik James Frits Old
11. Jónleif Johannesen
12. Kristianna Winther Poulsen
13. Marita Klein Joensen
14. Rigmor Dam
15. Sjúrður Skaale