Hesin er besti venjarin

FIFA Best: Thomas Tuchel vann heiðurin frammanfyri EM-vinnandi Roberto Mancini

Venjarin hjá Chelsea, Thomas Tuchel, bleiv í gjár kosin til besta venjaran í 2021 til FIFA Best tiltakið, sum altjóða fótbóltssamgongan skipaði fyri í Zürich í Sveis.

 

Hann megnaði at venda eini minni góðari gongd hjá Chelsea, til at vinna Champions League heitið. Thomas Tuchel vann heiðurin frammanfyri EM-vinnandi italska landsliðsvenjaranum, Roberto Mancini, og einaræðisharranum í Premier League, Pep Guardiola, sum er í holt við at vinna enn eitt meistaraheiti fyri Manchester City.

 

Chelsea eigur eisini ársins venjara hjá kvinnum. Her vann Emma Hayes, sum seinastu tíðina hevur vunnið nógv fram í Onglandi, har hon eisini hevur klárað seg væl sum viðmerkjari á stóru sjónvarpsrásunum.