Hesin heldur fram í KÍ

Tað eru fleiri ivamál í hópinum hjá KÍ, men ein av týðandi spælarunum hevur nú longt sáttmálan

Deni Pavlovic hevur long sáttmálan við KÍ, so hann er galdandi fram til endan av 2023. Serbiski miðvallarin hevur verið ein týðandi partur av liðnum hjá KÍ seinnu árini, har hann hevur verið ein sannur stríðsmaður, fyrst í miðverjuni, og síðani á miðjuni.

 

- Deni leingir sáttmálan. 28 ára gamli serbin, Deni Pavlovic, hevur longt sáttmálan við KÍ fram til og við kappingarárið 2023. Deni kom til KÍ undan kappingarbyrjan í 2018 og hevur higartil spælt 97 dystir fyri KÍ og skorað 13 mál, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

 

Tað eru fleiri ivamál í hópinum hjá KÍ til komandi kappingarár. Norðlýsið hevur skrivað, at fleiri av útlendsku spælarunum hava ikki sáttmála, og tað er óvist hvussu nógvir teirra halda fram. Har í millum stinni framherjin Bob Sumareh. KÍ er í løtuni langt fremst í landskappingini og 19. meistaraheitið er á gáttini.