Hesin skal fáa ÍF í form

Betri deildin menn: ÍF hevur hugartil bara fingið eina tilgongd, men í dag er ein tilgongd uttanfyri vøllin

Mynd: (ÍF) Gudmundur Danielsen og Geroges Rouah, formaður í ÍF

ÍF boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Gudmund Danielsen, sum verður kropsligur venjari hjá uppflytarunum í Fløtugerði. ÍF er aftur í bestu deildini.

 

- Vit kunnu í dag avdúkað, at Gudmundur Danielsen, er settur sum fysiskur venjari hjá ÍF komandi árið. Gudmundur er 39 ára gamal og hevur lisið ítróttarvísindi á Universitetinum í Aberdeen  Hann var frá 2017 til 2020 fysiskur venjari hjá KÍ . Tey seinastu 2 árini, hevur hann verið hjá NSÍ, eisini sum fysiskur venjari, skrivar ÍF.

 

Higartil er Jákup Nolsøe Olsen einasta tilgongdin, og hann hevur tá bara verið í útlegd á Skála í eitt ár. Fleiri av teimum ungu og lokalu hava longt sáttmálan, men væntandi skal ÍF heinta onkrar profilar, fyri at klára seg í Betri deildini.

 

Mynd: (ÍF) Gudmundur Danielsen og Geroges Rouah, formaður í ÍF