Hesin skal leiða UKIP

Paul Nuttall er maðurin, sum skal taka yvir eftir Nigel Farage. Í morgin er hann valdur sum nýggjur floksleiðari í bretska høgratjóðskaparliga flokkinum UKIP. Paul Nuttall er 39 ára gamal og er limur í ES-parlamentinum.

 

Nigel Farage valdi at leggja frá sær beint eftir fólkaatkvøðuna um ES-limaskapin hjá Stórabretlandi. Hann segði, at hann hevði nádd málinum, at fáa Stórabretland úr ES.

 

Í septembur varð Diane James vald til forkvinnu, men einans 18 dagar seinni boðaði hon frá, at hon kortini ikki tók við starvinum. Hon hevur síðani limað seg úr flokkinum.