Hesin skal leiða West Ham

Enska Premier League felagið West Ham United hevur í morgun kunngjørt, at David Moyes, fyrrverandi Everton, Manchester United og Sunderland venjarin, tekur við starvinum sum venjari í kjalarvørrinum av, at Slaven Bilic í gjár bleiv sagdur úr starvi. Tað skrivar BBC.


- Vit hava brúk fyri einum royndum venjara, ið kennir Premier League og spælararnar í deildini, og vit trúgva, at David kann fáa tað besta fram úr spælarunum.


- Hann er høgt í metum, er virdur innan ítróttin og kemur við nýggjum hugskotum, fyriskipanum og eldhuga, sigur David Sullivan, ein av formonnunum í felagnum, í fráboðan á heimasíðuni hjá felagnum.


Fyrsti dysturin hjá David Moyes á odda fyri nýggja felagið verður 19. november, tá West Ham møtir Watford á útivølli.


Seinast David Moyes var venjari í Premier Leauge var í fjør, tá hann stóð á odda fyri Sunderland, ið endaði niðast og flutti niður. David Moyes segði seg úr starvi eftir niðurflytingina.