Hesin skal venja B36

Les her hvør er stórfavorittur at taka yvir sum høvuðsvenjari í B36

Hóast tað hevur ljóða leingi, so var tað í gjár, at tað gjørdist alment, at B36 í komandi kappingarárið skal hava nýggjan venjara. Eyðun Klakstein boðaði í gjárkvøldið alment frá, at hann ikki heldur fram í høvuðstaðarfelagnum, har hann annars hevur verið venjari tvey tey seinastu kappingarárini.

 

Og longu í dag byrjaðu gitingarnar um nýggja B36 venjaran av álvara.

 

Álítandi søgur hjá Miðlahúsinum vilja vera við, at Jákup á Borg verður nýggjur høvuðsvenjari í B36 komandi kappingarár, meðan klaksvíkingurin, Símun Joensen, sum fyrr hevur verið hjálparvenjari í KÍ og eisini hevur spælt við B36, skal vera hjálparvenjari hjá honum.

 

Símun Joensen vísir tó aftur, at nakað er undirskrivað.

 

-       Eg tori væl at siga beinavegin, at eg í dag havi hoyrt somu søgur sum tú, men eg kann vísa aftur, at eg havi skrivað undir nakran sáttmála til komandi kappingarár, so enn er talan bara um leysasøgur, sigur Símun Joensen.

 

Jákup á Borg spælir leygardagin sín seinasta dyst sum leikari fyri B36. Hann er í løtuni undir a-venjaraútbúgving, og tí eru tíðindini helst sannlík um, at hann fer at taka yvir sum høvuðsvenjari í B36 komandi kappingarár.