Hesir døma FM-finalurnar

Dómarirnir eru settir til FM-finalurnar í hondbólti

Nú er avgjørt hvørjir dómarar skulu døma finalurnar í hondbólti í vikuni:

 

Fyrra FM-finala mikudagin 18. apríl

Kvinnufinalan millum Kyndil og VÍF: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus

Mansfinalan millum Neistan og H71: Uni Wardum og Hannis Wardum

 

Seinna FM-finala leygardagin 21. apríl

Kvinnufinalan millum VÍF og Kyndil: Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimvík

Mansfinalan millum H71 og Neistan: Arnar Dam og Gert Hansen