Hálvfinalurnar í EM-endaspælinum í Fraklandi verða spældar ávíkavist mikukvøldið og hóskvøldið. Mikukvøldið skulu Portugal og Wales spæla um at vinna sess í finaluni sunnudagin 10. juli, og hóskvøldið bresta Frakland og Týskland saman í einari sera spennandi hálvfinalu.
Ongir fótbóltsdystur verður avgreiddur uttan dómarar. Eftir franska sigurin á Íslandi sunnukvøldið, kunngjørdi UEFA, hvørjir dómararnir eru í komandi hálvfinalubrakunum.
Í dystinum ímillum Portugal og Wales verður tað svenski Jonas Eriksson, ið fær ábyrgdina av at halda skil á monnunum. Hóskvøldið verður tað ein væl kendur dómari, ið sleppur at stýra. Tá verður tað italski Nicola Rizzoli, ið skal døma brakið ímillum fronsku vertirnar og týsku heimsmeistararnar. Rizzoli var eisini maðurin, sum dømdi HM-finaluna í Brasilia fyri tveimum árum síðani. Eisini hevur italski dómarin áður dømt eina Champions League-finalu.
Og ikki minst, so var Rizzoli maðurin við floytuni, tá ið Føroyar hin 14. november 2014 framdu tað minniliga bragd at vinna 1-0 á útivølli ímóti Grikkalandi!
Jonas Eriksson hevur higartil dømt tveir dystir í hesum endaspælinum, meðan Rizzoli hevur dømt tríggjar.