Hesir døma steypafinalurnar

Nú er greitt hvør skal døma steypafinalurnar í hondbólti um vikuskiftið. Tvey dómarapør eru útvald

Um vikuskiftið eru steypafinalurnar í hondbólti hjá kvinnum og monnum. Nú er greitt hvør skal døma steypafinalurnar, sum verða leygardagin í høllini á Hálsi.

 

Í steypafinaluni hjá kvinnum millum Neistan og Kyndil, sum byrjar klokkan 13.30, verða tað Arnar Dam og Gert Hansen, ið skulu døma. Teir dømdu eisini grannauppgerðin millum hesini liðini farna vikuskiftið.

 

Í steypafinlauni hjá monnum millum Neistan og VÍF, sum byrjar klokkan 16.00, verða tað Eyðun Samuelsen og Thomas Juul S. Thomsen, ið skulu døma.

 

In.fo ger nógv burturúr steypafinalunum, sum verða leygardagin, umframt steypafinalunum hjá teimum yngru, ið verða sunnudagin.