Hesir døma steypafinalurnar

Tvey ymisk dómarapør skulu standa á odda fyri ávíkavist mans- og kvinnufinaluni í hondbólti.

Saman við Eyðuni Samuelsen skal Thomas Juul Thomsen døma steypafinaluna hjá kvinnum.

Nú er greitt, hvørjir dómarar skulu døma steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum, ið báðar verða spældar á gula gólvinum í høllini á Hálsi leygardagin. Tað veit jn. fo at siga.

Í mansfinaluni eru tað Neistin og H71, ið bresta saman. Her vera tað Arnar Dam og Gert Hansen, sum fara at døma hendan dystin. Kvinnufinalan verður hinvegin dømd av Thomas Juul Thomsen og Eyðuni Samuelsen. VÍF og Neistin eru liðini, ið spæla í kvinnufinaluni.

Í fjør var støðan tann umvenda, tá ið Arnar og Gert dømdu kvinnufinaluna, meðan Thomas Juul og Eyðun dømdu mansfinaluna.