Nú er avgjørt, hvør eigur vakrastu veðrar í landinum í ár.
Tað hendi á samkomu á Búnaðarstovuni í Kollafirði í kvøld, har virðislønir vórðu lætnar fyri teir vakrastu veðrarnar í landinum.
Virðislønir vórðu lætnar fyri vakrastu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.
Búnaðarstovan sigur á heimasíðu síni, at hvørt heyst eru seyðasýningar kring landið, har sýnarar døma seyðin og velja teir vakrastu seyðirnar, sum síðani verða sýnaðir av útvaldum sýnsmonnum frá Búnaðarstovuni.
Teir ferðast um landið og sýna seyðin og somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðinum. Og at enda varð so avgjørt, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av teimum trimum bólkunum veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar, og teir fingu allir steyp
Úrslitini vóru hesi:
Veðragjólingar:
1. Virðisløn Búnaðarstovan, Kollafjørður, Heygshagi
2. Virðisløn Johnny Joensen, Vestmanna, Heygahagi, innara helvt
3. Virðisløn Jústines Justinussen, Skála, hagaparturin Hegnið
Veturgamlir veðrar:
1. Virðisløn Erland Poulsen, Vágur, Leitishagi
2. Virðisløn Jákup Jacobsen, Syðrugøta, Fyri handan Eið, Heiðar
3. Virðisløn Ólavur Andreasen, Norðradalur, Kongshagin, Úti í Haga
Eldri veðrar:
1. Virðisløn Magnus í Niðristovu, Vestmanna, Heygahagi, Innara helvt
2. Virðisløn Øssur Andreasen, Kvívík, Frammi í Haga.
3. Virðisløn Thorstein Thomsen, Hvalba, Prestfjall.
Teir, sum sýnaðu til seyðin í ár vóru Thorvald Lützen í Syðradali, Petur Andreasen í Klaksvík, Arnjohn Hvítklett í Sørvági, Ellef Ellefsen í Sørvágí og Jacob Vestergaard av Økrum.