Hesir ellivu byrja ímóti Malta

Jóan Símun Edmundsson er við frá byrjan, hóast hann mátti gevast til venjing

Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hava sett liðið, sum byrjar á vøllinum í EM-undankappingardystinum móti Malta í dag. Størsta søgan er, at Jóan Símun Edmundsson er meldaður klárur, meðan Odmar Færø kemur inn í miðverjuna fyri Sonna Ragnar Nattestad.

 

Tað verður sum gitt á In.fo fyrr í vkuni. Gunnar Nielsen verður í mál, og í føroysku verjuni vera Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen, ið eisini er liðskipari, Odmar Færø og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson Olsen og Rene Shaki Joensen. Framrættaður miðvallari verður Hallur Hansson, meðan Jóan Símun Edmundsson byrjar í álopinum.

 

Á bonkinum verða Teitur M. Gestsson, Karstin Hansen, Magnus Egilsson, Árni Frederiksberg, Heini Vatnsdal, Bartal Wardum, Kaj Leo í Bartalsstovu, Jákup L. Thomsen og Klæmint A. Olsen. Størsta ivamálið hevur verið Jóan Símun Edmundsson, sum mátti gevast til venjingina í gjár. Hann hevur fingið eitt ”tvist” í sama knæið, sum hann meiðslaði í fjør. Hann er nú meldaður klárur til dystin í kvøld.

 

Sambært maltesiska fótbóltssambandinum verða eini 6.000 áskoðarar til dagsins dyst á Ta’ Qali Stadion, ið annars hevur pláss fyri umleið 17.000 áskoðarum. Av teimum 6.000, verða væntandi eini 100, ið fara at stuðla føroyska liðnum.

 

Tað er klokkan 17.00, at Malta og Føroyar fara  á vøllin á Ta’ Qali Stadion, har fyrsti dystur í undankappingini til EM 2020 er á skránni. FM1 er á staðnum og hevur beinleiðis frásøgn.