Í dag er val til ES Tingið í Danmark: Mette Frederiksen, forsætisráðfrú og forkvinna í danska Javnaðarflokkinum, Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri og formaður í Moderatunum og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri og formaður í Vinstra í grundlógarútgávuni av Demokratiets aften í DR Byen í Keypmannahavn týskvøldið 4. juni 2024. Forfólkini í flokkunum á Fólkatingið vóru við í kjakinum. (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

Hesir eru teir stóru bólkarnir í ES Tinginum

Í sitandi ES Tinginum eru sjey ymsir bólkar.

Í dag er val til ES Tingið í Danmark: Mette Frederiksen, forsætisráðfrú og forkvinna í danska Javnaðarflokkinum, Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri og formaður í Moderatunum og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri og formaður í Vinstra í grundlógarútgávuni av Demokratiets aften í DR Byen í Keypmannahavn týskvøldið 4. juni 2024. Forfólkini í flokkunum á Fólkatingið vóru við í kjakinum. (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

Tey 14 donsku umboðini í ES Tinginum eru í seks ymsum evropiskum floksbólkum.

Tingið hevur tilsaman 705 tinglimir úr teimum 27 ES londunum, og meginparturin av teimum eru partur av ymsu floksbólkunum, sum endurspegla teirra politisku sannføring.

Tað vil siga, at limir ikki eru býttir upp eftir tjóðskapi, men eftir hvar teir hoyra heima politiskt.

Donsku umboðini hjá Javnaðarflokkinum eru í sama bólki sum til dømis italsku og fronsku Javnaðarflokkarnir.

Í sitandi tinginum eru sey slíkir bólkar. Ein stórur bólkur av teimum fólkavaldu er tó ikki partur av nøkrum politiskum bólki.

Her eru sjey bólkar settir upp eftir stødd í mai 2014:

* 1. Evropiski Fólkaflokkurin (EPP) við 176 tinglimur. Her er danski limur frá teimum Konservativu. Tað er eisini tann bólkin, sum Liberal Alliansa ætlar sær í, um tey verða vald. EPP-bólkurin, sum eisini verður nevdur kristindemokratar, hevur formanssessin í sitandi ES Nevndini. Tað er Ursula von der Leyen úr Týsklandi.

* 2. Framtakssamgongan av Javnaðarflokkum (S&D) við 139 limum. Her eru tey trý umboðini hjá danska Javnaðarflokkinum.

* 3. Endurnýggið Evropa (Renew Europe) við 102 limum. Her eru tey seks donsk umboð, trý hjá Vinstra og eitt frá teimum Radikalu og Bergur Løkke Rasmussen frá Moderatunum og Karen Melchior, sum er farin úr Radikalu nú er uttanflokka í evropiska bólkinum. 

* 4. Tey Grønu/Tann Evropiska Frælsa Samgongan (Grønu/EFA) við 72 limum. Her eru tey bæði donsku umboðini hjá SF.

* 5. Tey Evropisku Konservativu og Reformistar (EKR) við 69 tinglimum, men eingin úr Danmark.

* 6. Samleiki og Fólkaræði (ID) við 49 limum. Her er danska umboðið hjá Dansk Folkeparti.

* 7. Felagsbólkurin hjá Evropiska Vinstraveingi/Norðurlendks Grøna Vinstra (GUE/NGL) við 37 limum. Her eru donsku umboðini hjá Eindarlistanum.

* Síðani eru 61 tinglimir, sum ikki eru knýttir at einum politiskum bólki.

Kelda: ES-Tingið og evropisku flokkarnir

/ritzau/