Hesir eru tilnevndir til ársins málmenn

Hesir tríggir eru tilnevndir til ársins málverjar hjá monnum

Fríggjadagin verður Fótbóltsgalla 2018, har ársins spælarar skulu kjósast. Tað eru venjarar, liðskiparar, tíðindafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða.

 

Nú er greitt hvørjir eru tilnevndir til ársins málverja hjá monnum. Teir eru Karstin Hansen úr Skála, Teitur M. Gestsson úr HB og Tórður Thomsen úr NSÍ.

 

Fótbóltsgalla 2018 verður beinleiðis á FM1 fríggjakvøldið klokkan 20.

 

Tilnevndir til ársins málverji:

Karstin Hansen, Skála

Teitur M. Gestsson, HB

Tórður Thomsen, NSÍ