Hesir eru tilnevndir til ársins verjuspælari

Tveir FM-vinnarar og ein steypavinnari eru tilnevndir

Fríggjadagin 2. november klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2018, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. 

 

Tað eru venjarar, liðskiparar, tíðindsfólk og viðmerkjarar, ið atkvøða. Nú er greitt hvør er tilnevndur til ársins verjuspælara hjá monnum.

 

Ársins verjuspælari:

Bartal Wardum, HB

Lasse T. Andersen, HB

Odmar Færø, B36

 

Fótbóltsgalla 2018 verður í Reinsaríinum í Havn, og verður sent beinleiðis á FM1 fríggjakvøldið klokkan 20.