Í dag hevur Summar Festivalurin almannakunngjørt fýra nøvn afturat, sum fara at spæla á festivalinum 4. 6. august. Her er talan um føroyskir sangarar, ið fara at framføra á pallinum á Torginum. Tónleikararnir eru Eyðun Nolsøe, Páll Brim, Hjalmar & Dagfinn og Eyðun Jacobsen.
Poppsangarin og sangskrivarin Eyðun Nolsøe er ein av stóru profilunum í føroyskum tónleiki. Hann hevur skrivað og spælt tónleik síðani hann var blaðungur og hann hann er framvegis ofta á palli. Fyrstu nógvu árini var Eyðun Nolsøe við í Frændum, men hesi seinastu nógvu árini hevur eisini spælt og givið tónleik út sjálvur og fleiri av sangunum, hann hevur skrivað, eru landaplágur.
##med2##
Hjalmar og Dagfinn eru kendir hvør í sínum lagi – og ikki minst eru teir kendir nú teir hava spælt saman hesi seinastu, nógvu árini. Ein sangur, teir eru kendir fyri, er »Vovið av Guði«. Dagfinn hevur spældi í bólkinum Springs, og hann gav fløgu út undir navninum Dagfinn & Impulz – ikki minst hittini »Prikkuta Mona« og »Fagri Flokkur. Hjalmar var limur í suðuroyarbólkinum Júmen. Hann hevur leikt í fleiri suðuroyarbólkum og ikki minst er hann kendur, sum sangari. Hetta verður fyrstu ferð, at teir báðir eru á Summar Festivalinum
##med3##
Páll Brim er sangari og sangskrivari, ið hevur verið virkin í nógv ár. Í fleiri ár var hann í bólkinum Danny & The Veetos, og eftir tað hevur hann givið sangir út sjálvur. Sangurin »Victory« var nógv spældur, og í hesum døgum er hann at hoyra við nýggja sanginum »Void of my Soul«. Páll Brim syngur eisini hittið »Góð, góð, góð«. Páll Brim spælir nógv live – ofta saman við Brynjari Olsen.
##med4##
Eyðun Jacobsen er sera virkin í føroyskum gospeltónleiki. Hann syngur, skrivar sangir, gevur út og hann hjálpir øðrum tónleikarum við útgávum. Hann hevur gjørt nógvar ferðir til Nashville at spæla sangir inn – bæði hjá sær sjálvum og saman við øðrum. Longu í áttatiárunum gav hann gospeltónleik út og hann hevur síðani verið virkin í nógvum samanhangum – bæði í bólkum, kórum og sum solistur.