Hesir hava tikið valdið í Løgtinginum

- Tað eru tríggir løgtingsmenn, sum taka avgerðina um, hvat samongan skal gera

 

Tað eru teir tríggir borgarstjórarnir, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri í Vestmanna og Kristin Michelsen, borgarstóri á Tvøroyri, sum hava tikið valdið á Føroya Løgtingi.

Tað eru bæði Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin og Kaj Leo Johannesen, púra sannførdir um.

 

Teir sipa til semjuna í samgonguni um at lækka skattin hjá lág- og miðalinntøkum. Upprunaliga var ætlanin at lækka botnfrádráttin í kommunuskattinum, men tá ið teir tríggir borgarstjórarnir ikki vildu góðtaka tað, tí tað kostaði kommununum ov nógv, mátti samgongan sleppa ætlanini.

Sostatt verður botnfrádrátturin hjá kommununum ikki hækkaður. Men tað merkis so aftur, at tey, sum tjena allarminst, fáa ongan skattalætta, tí tey rinda ikki landsskatt.

- Eg hevði fegin viljað verið borgarstjóri í samgonguni segði Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann samanbar tað at vera borgarstjóri í samgonguni við ein ”happy hour” hjá skeinkstøðunum, har alt fæst til keyps í barrini fyri hálvan prís.

 

- Øll síggja, at í samgonguni eru tað borgarstjórarnir, sum eru í buksunum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Úrslitið av tí er, at samgongan mátti bróta eina avtalu um skattalætta, leggur hann afturat.

 

Jacob Vestergaard, sum eisini er fyrrverandi borgarstjóri í Sumba, helt kortini, at borgarstjórin í Havn hevur spælt við opnum kortum, tí hann segði alla tíðina í valstríðnum, at hann ætlaði sær á Løgting at ansa eftir, at løgtingið ikki sleppur at nerta kommunurnar.

 

- Tað eru borgarstjórarnir, sum stjórna landinum, og ikki tey, sum sita á fremstu røð í samgonguni – og halda seg stjórna landinum, segði Jacob Vestergaard.