Taliban hevur havt stóra framgongd í Afghanistan, og sambært leiðaranum á amerikanska fregnartænastustovninum, Michael McConnell, hevur rørslan nú fult eftirlit við 10 prosentum av landinum.
Seks ár eftir at USA gjørdi innrás í Afghanistan er støðan framvegis sera ótrygg. Lokalir krígsharrar hava ræðið á umleið 60 prosentum av landinum, Taliban ræður í 10 prosentum, og so hevur stjórnin tey seinastu7 30 prosentini, segði McConnell í einari hoyring í amerikanska Senatinum í gjár. Hann viðgekk, at arbeiðið at skipa Afghanistan sum eitt støðugt samfelag við Kabul sum høvuðsstaði hevur ikki gingið sum ætlað, og at støðan har suðuri í landinum bara versnar.
Tað var verjunevndin hjá Senatinum, sum vildi hava at vita, hvussu tað gongur í Afghanistan. Umframt Michael McDonnell hevði nevndin sent boð eftir Michael Maples, sum er ovasti fyri fregnartænastunum hjá amerikonsku hermegini. Hann greiddi frá, at pakistanskir og afghanskir myndugleikar megna ikki at forða fyri, at Taleban og al-Qaeda eru í ferð við at styrkja sína støðu á markinum millum Pakistan og Afghanistan.
- Viðurskiftini í Afghanistan eru versnað nógv tað seinasta árið, og nú er støðan so ring, sum ho0n ikki hevur verið, síðani Taliban-stýrið fall á heysti í 2001, segði Michael Maples.