Leygardagin verða steypafinalurnar í hondbólti. Nú er dómarar settir á finalurnar. Kvinnufinaluna millum Kyndil og VÍF døma Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimvík, sum eru av álvara byrjaðir at døma til hetta kappingarárið.
Hoyr Rás2 á internetinum við at trýsta HER
Til finaluna hjá monnum, sum verður millum H71 og Kyndil, eru tað Dánjal Samuelsen og Heri Petersen, ið skulu døma.
Kvinnufinalan verður leygardagin klokkan 13.30, meðan mansfinalan verður klokkan 16. Rás2 sigur frá báðum finalunum. Byrjað verður at senda longu klokkan 12.
Steypafinalurnar:
Kvinnur: VÍF-Kyndil (13.30) Beinleiðis á Rás2
Dómarar: Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimvík
Menn: Kyndil-H71 (16.00) Beinleiðis á Rás2
Dómarar: Dánjal Samuelsen og Heri Petersen