U-21 landsliðið er fyri stuttum farið undir nýggja EM undankapping. Fyrsti dysturin var áttanda juni á útivølli ímóti Litava, sum vann 3-0.
Nú eru tvær nýggjar avbjóðingar fyri framman. Tann fyrra er á heimavølli ímóti Danmark hósdagin 31. august, og fimm dagar seinni – týsdagin fimta september – skal U-21 landsliðið spæla á útivølli ímóti Finnlandi.
Venjari hjá U-21 landsliðnum er Eli Hentze. Hann hevur sent boð eftir nítjan spælarum at vera við í hesum báðum dystunum. Ætlanin er, at tað skulu vera tjúgu spælarar í hópinum. Hvør tann síðsti verður, sum verður boðsendur, fæst at vita mánadagin – eftir at nítjanda umfar í Effo-deildini er av.
Tveir spælarar umboða útlendsk feløg, og felags fyri hinar seytjan er, at teir hava roynt seg í bestu deildini í ár. Nógvir teirra eru sjálvskrivaðir millum teir fyrstu ellivu.
Fýra spælarar umboða NSÍ og B36, KÍ eigur tríggjar spælarar, Skála og HB eiga tveir spælarar í part, og 07 Vestur og Víkingur eiga ein í part.
-Fyri framman standa tvær stórar og spennandi uppgávur, men vit hava eisini úttikið ein sterkan hóp. Danir hava eitt gott U-21 landslið. Átta av teirra spælarum vóru við í U-21 EM endaspælinum í summar, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.
Teir 19, sum í fyrsta umfari eru úttiknir, eru hesir
Elias Rasmussen, Víkingur
Karstin Hansen, NSÍ
Ari Olsen, Skála
Benjamin Heinesen, B36
Bjarni Petersen, B36
Bartal Wardum, HB
Ólavur Niclasen, KÍ
Erlendur Magnussen, B36
Betuel Hansen, NSÍ
Jákup B. Andreasen, KÍ
Hákun Edmundsson, Skála
Jann J. Benjaminsen, NSÍ
Janus S. Samuelsen, 07 Vestur
Daniel Johansen, HB
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Teit Jacobsen, SønderjyskE (DEN)
Petur Knudsen, NSÍ
Meinhard E. Olsen, B36
Jákup L. Thomsen, FC Midtjylland (DEN)