Áki Johansen og Pól F. Joensen hava úttikið U17-landsliðið við dreingjum, ið skal til EM-endaspælið í Kroatia. Fyrsti dystur verður spældur 3. mai. Leygardagin setir føroyska U17-landsliðið kós ímóti Zagreb í Kroatia.
- Vit gleða okkum ómetaliga nógv at fara til hesa kapping. Hóast eg sjálvur nú samanlagt havi roynt hetta í tíggju ár, og verið til 78 landsdystir við U17-liðnum, so hava vit ongantíð áður verið til eitt endaspæl, og tí vita vit ikki heilt hvussu hetta verður, sigur Áki Johansen, venjari, við heimasíðuna hjá FSF.
Føroyska liðið hevur fyrireikað seg so væl sum tilber til kappingina, og hópurin er sum heild væl fyri. Kortini verða venjararnir noyddir at síggja burtur frá liðskiparanum, Fróða Pætursson Rasmussen, sum er skaddur, og tískil ikki kann verða við á ferðini til Kroatia.
Tað er nokk einki at ivast í, at ein sovorðin uppliving fer at læra spælararnar nógv, og kemur at verða ein tíðandi partur av teirra fótbóltsmenning.
- Vit kenna okkara mótstøðulið, sum øll eru rættuliga sterk, og á pappírinum sterkari enn vit. Men vit hava ikki minni enn tvær ferðir fyrr gjørt tað ómøguliga, og tað vóna vit aftur fer at bera til. Eitt er í øllum føri heilt vist, og tað er, at líkamikið hvussu fer at ganga, so verður hetta ein hending í okkara lívið, sum vit ongantíð fara at gloyma, sigur Áki Johansen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.
Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum leygarmorgunin 29. apríl, og verður vónandi ikki aftur fyrr enn leygardagin 20. mai - dagin eftir finaluna.
Hópurin sær soleiðis út:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Andrias Edmundsson, B68
Dann Fróðason, 07 Vestur
Magnus Holm Jacobsen, B36
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN)
Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur
Stefan Radosavljevic, TB
Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DEN)
Elias El Moustage, AaB Ålborg (DEN)
Steffan A. Løkin, NSÍ
Bjarni Brimnes, HB
Tórur Jacobsen, KÍ
Símun Sólheim, HB
Sveinur Lava Olsen, HB
Sølvi Sigvardsen, NSÍ
Jákup Joensen, Skála
Skráin:
3. mai (kl. 11:00) Skotland – Føroyar Beinleiðis á Rás2
6. mai (Kl. 11:00) Frakland – Føroyar Beinleiðis á Eurosport 2 og Rás2
9. mai (kl. 15:00) Føroyar – Ungarn Beinleiðis á Rás2
Hesir skulu til EM-endaspælið Hesir skulu til EM-endaspælið
U17 landsliðið er úttikið til EM-endaspælið í Kroatia
info
Tróndur Arge
26. apríl 2017 kl. 19:20
Mest lisið hesa vikuna
Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági
15. oktober kl. 07:54
Løgreglan ávarar: Haldið tykkum innandura í Hvalvík og Streymnesi
14. oktober kl. 20:57
Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði
14. oktober kl. 17:53
Hjólini eru farin út av vegkantinum
15. oktober kl. 14:22
Video: Filmur av illveðrinum í dag
14. oktober kl. 20:25
Beinir og Helena í føroyskum klæðum til galla hjá kongi
Í gjár kl. 21:59
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Petur Dagfinn í føstum starvi hjá Faroe Ship í 40 ár
39 minuttir síðan
Tíðindi
Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu
1 tími síðan
Tíðindi
Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar
1 tími síðan
Tíðindi
Útvið 9 av 10 kvinnum taka av tilboð um bróstkrabbaskreening
2 tímar síðan
Tíðindi
Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett
2 tímar síðan
Tíðindi
Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur
2 tímar síðan
Fótbóltur
Birna var best í september
3 tímar síðan
Lesarabrøv
Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking
3 tímar síðan
Tíðindi
Sámal Petur vil hava Eyðdis at skjalprógva svar
4 tímar síðan
Tíðindi
Mjørki í dølunum og kavi á fjøllunum
4 tímar síðan
Tíðindi
Zelenskyj vitjar Stórtingið
5 tímar síðan
Lesarabrøv
Nú kanst tú gleða teg til eina skattarokning á 70 milliónir
5 tímar síðan