Íslendska felagið Leiknir hevur gjørt sáttmál við Mikkel Dahl, sum spældi við HB í fjør, og Mikkel Jacobsen, sum spældi við NSÍ farna kappingarár. Hartil hevur fyrrverandi stríðsmaðurin á miðjuni hjá HB, Brynjar Hlöðversson, longt sáttmálan við fealgið.
Mikkel Dahl bleiv í fjør toppskjútti í føroyskum fótbólti við 27 málum í landskappingini, sum eisini er nýtt mett. Hann hevur boðað frá, at hann hevur fingið einar 60 fyrispurningar frá feløgum, eftir at sáttmálin við HB gekk út.
Mikkel Jacobsen spældi í fjør við NSÍ, men hevur verið uttan sáttmála síðani kappingarenda. Hann hevur verið settur í samband við fleiri feløg. Millum annað sum avloysari fyri Hannes Agnarsson í B36. Hann hevur eisini skift til Leiknir.
Og so er tað 32 ára gamli Brynjar Hlöðversson, eisini nevndur “Binni”, tá hann spældi við HB í 2018 og 2019. Hann skifti síðani aftur til íslendskan fótbólt, har hann hevur spælt við Leiknir síðani. Annars kann nevnast, at fuglfirðingurin Dánjal á Lakjuni spældi við Leiknir eitt skifti í 2013.