23. februar verður føroyska filmskvøldið, Geytin, har nýggir føroyskir stuttfilmar verða vístir fram. Eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinnur filmsvirðislønina Geytin á 30.000 kr, sum vinnarin fær handaða saman við geytastandmyndini, ið Astrid Andreasen hevur sniðgivið. Áskoðararnir fáa eisini høvi at velja sín yndisfilm, og vinnarin av áskoðaravirðislønini fær 25.000 kr, sum Tórshavnar Kommuna letur.
Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Gunn Hernes, Norðurlandahúsið, Jan B. Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Filmshúsið, Eilen Anthoniussen, Tórshavnar Kommuna, Ivan Niclasen, Kringvarp Føroya.
Við í kappingini 2019 eru:
12. Leikstjórar: Hanna Davidsen og Mikkjal Davidsen.
Góðastova. Leikstjóri: Maria Guldbrandsø Tórgarð
Omman. Leikstjóri: Julia í Kálvalíð
Ikki illa meint. Leikstjóri: Andrias Høgenni
Julians Stigi. Leikstjóri: Atli Brix Kamban
Annika. Leikstjóri: Heiðrik á Heygum
Tyggigummi. Leikstjóri: Gudmund Helmsdal
Et visit. Leikstjóri: Sára Wang