Eftir HM-finaluna í dag, sum Frakland vann 4-2 móti Kroatia, eru fýra spælarar, ið hava fingið serligan heiður fyri síni avrik. Størsta heiðurin hevur Luka Modric úr Kroatia fingið. Hann er kosin til besta spælaran í HM 2018 endaspælinum.
Les eisini: Frakland HM-vinnari í málroki
Nýggja stjørnuskotið hjá Fraklandi, 19 ára gamli Kylian Mbappé, bleiv kosin til besta unga spælara í HM-endaspælinum. Hann er bara annar tannáringurin, sum hevur megnað at skorað í eini HM-finalu. Hiin var ongin minni enn Pelé.
Les eisini: Lyfti HM-steypið í oysandi regni
Enski liðskiparin, Harry Kane, fekk gullskógvin fyri síni seks mál í HM-endaspælinum, meðan belgiski málverjin, Thibaut Courtois, fekk gullhandskarnar, sum er heiðurin fyri besta avrikið hjá einum málverja.
HM-endaspælið í Russlandi er komið at enda. Næstu ferð verður tað í Katar í 2022. FIFA hevur kunngjørt, at HM-endaspælið tá verður spælt um veturin.