Hesir venja HB fyribils

Tað verða tvær legendur í HB, sum taka yvir venjingina fyribils

HB boðar í dag frá, at samstarvið við Kevin Schindler er endað, tí venjarin fær ikki neyðugu venjaraloyvini upp á pláss. Meðan HB leitar eftir nýggjum venjara, so verða tað Andrew av Fløtum og Símun Samuelsen, ið saman við fysiska venjaranum, ið koma at taka sær av venjingini.

 

- Arbeiðið við at finna nýggjan høvuðsvenjara er í gongd, og vit vænta at hetta kemur uppá pláss, innan heilt stutta tíð. Til tá koma Andrew av Fløtum og Símun Samuelsen at hava venjingarnar, saman við fysiska venjaranum Helmand Hamid, skrivar HB.

 

Sum skilst, so er HB í samráðingum við danska venjara. Vónin er, at nýggjur venjari verður settur sum skjótast.