Hesum flogfeløgum skalt tú halda teg langt frá

Næstan 300 flogfeløg í heiminum eru so ótrygg, at tey standa á svartalista hjá ES

Tað verður ofta sagt, at føroyingar eru allastaðni. Og tað er nokk ein ávísur sannleiki í, at føroyingar ferðast nógv ímillum lond, bæði í frítíðini, men sanniliga eisini í arbeiðsørindum.

 

Og í tí sambandi eru tað nógvir føroyingar, sum sita nógvar tímar í flogførum kring allan heim.

 

Men tað er heldur eingin loyna, at tað eru verri enn so øll flogfeløg, sum gera líka nógv burtur úr trygdini, sum onnur gera.

 

Flogferðslutrygdin í Evropa, er ein hin besta í øllum heiminum og krøvini til flogfeløg, sum sleppa at flúgva til ES, eru strong.

 

Men samstundis eru tað nógv flogfeløg, har trygdin ikki so mikið góð, at hon lýkur okkara treytir, ella har eftirlitið hjá myndugleikunum ikki er nøktandi eftir okkara meti. Og tískil eru tað eisini fleiri flogfeløg, sum hava beinleiðis forboð fyri at flúgva í ES.

 

Tann fyrri listin, bilag A, umfatar øll flogfeløg, sum hava forboð fyri at flúgva í Evropa. Tann seinni listin umfatar flogfeløg, sum bara kunnu flúgva í Evropa undir ávísum treytum.

 

Lagt verður afturat, at loftferðslumyndugleikarnir í ES hava bara myndugleika til at kanna flogfør hjá flogfeløgum, sum flúgva í og úr limalondondum

 

Slíkar kanningar verða gjørdar við stakroyndum og tí er ómøguligt at hava eftirlit við øllum flogførum, sum á øllum flogvøllum í ES.

 

Tað merkir, at hóast eitt flogfelag ikki stendur á listanum, er tað ikki altíð tað sama sum at tað lýkur øll trygdarkrøvini.

 

 

Eitt flogfelag, sum stendur á listanum kann sjálvt seta tiltøk í verk fyri at bøta um trygdina, og tá ið tað metir, at tey lúka øll krøv, kunnu tey heita á loftferðslumyndugleikarnar um at verða strikað av listanum.

 

Tilsamans eru næstan 300 flogfeløg á svartalista hjá ES, so serliga tey, sum ferðast í Afrika og Asia, gera sær sjálvum eina tænastu við at kanna listan, áðrenn tey seta seg í eitt flogfar…

 

Listin yvir flogfeløgini, sum standa á svartalista hjá ES, kann lesast við at trýsta á skjalið niðast, undir lýsingini.