Lutakast hevur verið til seinasta umfarið undan bólkaspælium í Champions League. Í pottinum vóru feløg sum Manchester United, Valencia, Monaco, Celtic, Basel, Shakhtar Donetsk, Sporting, Bayer Leverkusen og Lazio, sum øll hava verið í Champions League fyrr.
Les eisini: Di María til PSG
Manchester United skal møta Club Brugge úr Belgia. Enska felagið bleiv nummar fýra í Premier League farna kappingarár, og skal tí vinna seg víðari úr 3. umfari í kappingini, áðrenn eitt pláss í bólkaspælinum verður tryggjað.
Millum stóru uppgerðirnar eru Lazio(Italia) - Leverkusen(Týskland) og Valencia(Spania) – Monaco(Frakland). Her er talan um lið úr stóru landskappingunum í Evropa.
Fyrri dystirnir verða spældir 18/19. august, meðan returdystirnir verða spældir 25/26. august.
Lutaksatið:
Astana - APOEL
Skënderbeu - Dinamo Zagreb
Celtic - Malmö
Basel - M. Tel-Aviv
BATE - Partizan
Lazio - Leverkusen
Man. United - Club Brugge
Sporting CP -CSKA Moskva
Rapid Wien - Shakhtar Donetsk
Valencia - Monaco