Hetjan á beinkin

Stóra danska hetjan í 1-1 javnleikinum hjá dønum móti Portugal var uttan iva Brøndby-málverjin, Stephan Andersen. Men mikukvøldið noyðist hann aftur á beinkin at siga. Vanliga er Thomas Sørensen fyrstaval í danska málinum, og tað er hann eisini, nú hann hevur sitið leikbann av sær. Sjálvur staðfesti Stephan Andersen eisini eftir dystin, at hann framvegis er eykamálverji hjá dønum.