The Eagle has Landed!
Væl av fólki var komið á flogvøllin at taka ímóti »the man of the hour«, Pál Joensen. Eisini samlaða føroyska pressan.
Í dag er nógv gjørt burtur úr, og tað byrjaði longu á flogvøllinum, áðrenn flogfarið yvirhøvur var steðgað. Tveir av brandbilunum á flogvøllinum stóðu hvør sínu megin innkoyringina frá lendingarbreytini inn til terminalin og sprændu ein »gullboga« av vatni tvørtur um flogfarið.
Síðani varð ein reyður leypari lagdur á vøllin við trappurnar niður av flogfarinum, og har tók millum onnur stjórin í Atlantsflog, Magni Arge, og flogvallarovastin, Finnbogi Niclasen, ímóti.
Magni Arge bjóðaði Páli Joensen vælkomnum aftur til landið og segði honum, hvussu fegnir føroyingar eru um fantastiska avrikið, svimjarin ur Vági framdi niðri í Beograd. Stjórin nýtti eisini høvið at boða frá, at Atlantsflog heldur fram sum høvuðsstuðul hjá Svimjisambandi Føroya, og handaði Palla Ziskason ein brævbjálva sum tekin um hetta.
Eisini Pál Joensen sjálvur fekk gávu frá Atlantsflog, ein 5-túra ferðaseðil við felagnum.
Suðuroyggin kókar
Av flogvøllinum fer Pál Joensen við familju til Havnar, har Norðoya Sparikassi skipar fyri móttøku í Miðlon klokkan 12.30 í dag. Eftir hetta gongur leiðin oman í Tinganes at vitja løgmann og klokkan fýra fer ferðalagið so til Suðuroyar við Smyrli.
Rás2 hevur í allan morgun sent »gullradio«, og JónBrian Hvidtfeldt hevur varpað út frá allari móttøkuni á flogvøllinum. Rásin hevur eisini verið í samband við fólk í Suðuroy í morgun, og einki er at ivast í, at fólk fara at streyma út á Krambatanga, tá Smyril kemur suður í kvøld. Har verður so skipað fyri triðju móttøkuni í dag.
Men hæddarpunktið á degnum verður uttan nakran iva í høllini í Vági í kvøld, tá bygdarfólkið fer at heiðra sín stóra son.
Pál Joensen hevur nýtt tveir dagar saman við familjuni í Keypmannahavn, har tey hava hugnað sær saman, og hava millum annað verið ein túr í Tivoli.
Ein partur av tíðini er gingin við at lesa tey mongu sms’ini, sum hann hevur fingið frá vinum og kenningum.
Hann er spentur upp á dagin í dag og segði við Rás2, at hann vónar ein stuttligan og hugnaligan dag.
Saman við familjuni og venjaranum fær hann eftir øllum at døma ein strævnan, men eisini spennandi dag við heilum fýra móttøkum.