Og har eru hetjur.
Hetjurnar liva eitt lív, ið vit beundra. Sum Arwen og Aragorn taka tær til vápna og berjast ímóti óndskapinum. Tey standa fyri sannleika og rættvísi, hjálpa og bjarga teimum, ið eru í neyð, og uppliva ein vakran romantiskan kærleika, ið bert er møguligur, tí at tey eiga hesar hetjudygdirnar, ið vit hávirða tey fyri: viljastyrki, kærleika, trúskap, dirvi, erligheit, sjálvsoffran, o.s.fr..
Áttu tey ikki hesar hetjudygdirnar, so hevði søgan jú verið ein heilt onnur. Vóru tey nakrir yvirfladiskir egoistar, ið bert dyrk-aðu seg sjálvi, so hevði teirra søga ikki verið verd at fortelja. Sannleiki, rættvísi, kærleiki, og alt tað vakra, vit finna í tílíkum filmum, høvdu ongan týdning havt fyri teimum. Tey høvdu bara livað eitt spilt, óinteressant og meiningsleyst lív, har tey ikki gjørdu nakað gott, men bert góvu eftir fyri øllum teirra ringu síðum. Tey høvdu bert sitið heima á einari sofu og etu seg spikafeit av junkfood, tá ið tey ikki høvdu skund við at vera ótrúgv hvør móti øðrum, ella at drekka seg skít niðri Tórshøll ella Club 20.
Men hey! Hatta ljóðar jú kent. Hatta er jú galdandi fyri næstan øll menniskju, eg nakrantíð havi hitt!
Tey koma út aftur úr filmshølunum við tárum í eygunum, men venda so aftur til teirra totalt meiningsleysa, egoistiska lív. Tey gráta yvir vakurleikan og trúfestið millum Arwen og Aragorn, men hvat teimum sjálvum viðvíkur verður tað ongantíð til meira enn at fáa sær eitt lítið niðri í Club 20, og at detta av í teirra egna spýggi. Tey hálova góðskuni, dirvinum og styrkini hjá hesum hetjum, men sjálvi lyfta tey ikki hond frá síðu fyri at hjálpa nøkrum. Tey duga rætt og slætt ikki at síggja, at tað sum hendir í filminum á nakran hátt rakar tey.
Og tað fær meg at undrast. - Hvat hundan síggja tey so í hesum filmunum? Dámar mannfólkunum bara at síggja blóð og harðskap? Halda konufólkini bara at Viggo Mortensen er "lekkur"? Eru fólk í veruleikan-um so innantóm? Er tað, sum hendir í filmunum, als ikki realistiskt? Hevur tað einki við tað veruliga lívið at gera?
Jú, meir enn so! Álvar og dvørgar eru kanska ikki til, og tað er gandur kanska heldur ikki, men hetjur eru ikki bara at finna í ævintýrum. Menniskju eru, ið vilja stríðast hart, ofra nógv og seta seg sjálvi í stóran vanda fyri at hjálpa øðrum, og brúka teirra lív uppá at gera tað, sum er rætt. Og tað má jú vera tað, sum ein hetja er. Og so síggja vit, at hetjur veruliga finnast! Og tær hava ikki allar svørð í hond. Tí ein hetja er ikki bara ein sum elskar at syfta svørði.
Ein hetja ger tað, ið skal gerast, fyri at gera heimin til eitt betri stað. Og trupulleikin er ikki altíð ein Myrkur Harri, ið býr í sínum Myrka Landi, ella nakað annað, ið má drepast við svørði. Trupulleikin kann líka so væl vera samfelagslig órættvísi, ið kemst av vánaligum lóggevingum, hungursneyð ella heilt einfalt apati - vantandi samkensla - í hjørtunum á almenninginum. Og so má ein, ið vil vera hetja, laga seg eftir tí. Hann kann jú ikki bara taka eitt svørð og byrja at drepa frá hond. Tað er klárt, at vóru Gandalf og hini her, so høvdu tey borið seg annarleiðis at enn í filmunum- kanska sum Ghandi, Móður Theresa ella Martin Luther King. - "Ger tað, tú kanst, við tí, tú hevur, har sum tú ert", sum Theodore Roosevelt segði.
Og tað er eisini klárt, at tey høvdu skammast og vamlast við tey flestu av okkum, soleiðis sum vit liva okkara lív. Læra vit ikki av filmum sum Ringanna Harra, so eru hesir filmarnir burturspiltir, og tað eru okkara lív eisini. - "Tann, ið bert livir fyri at tæna sær sjálvum, ger verðini eina tænastu, tá hann doyr" - Tertullian.
Hetta snýr seg ikki bara um tað kliché-kenda og bagatelliseraða "moralska forfallið". Fólk, sum sita á teirra fløtu reyv og dyrka seg sjálv meðan onnur doyggja, eru ónd - annað kann tað ikki kallast.
Tey flestu okkara kenna søguna um ríka mannin og Lazarus - um hvussu ríki maðurin lat Lazarus svølta á gólvinum við sítt borð. Tey flestu eru eisini samd í, at hetta var nóg mikið til at døma ríka mannin, og siga at hann var eitt ónt menniskja (og hann endaði eisini í helviti). Tað løgna er, at fólk ikki síggja hvussu tey sjalv eru akkurát líka ring. Tey neyðstøddu í okkara tíð liggja kanska ikki við okkara føtur - tey eru longri burtur - men fjølmiðlarnir gera okkum alla tíðina var við teirra neyð, og hjálparfelagsskapir finnast allastaðni og biðja okkum um hjálp. So í veruleikanum kunnu vit røkka tey líka lættliga sum ríki maðurin kundi røkka Lazarus.
Tó kenni eg so at siga ongan, ið ger nakað. Og tey fáu sum gera, geva so lítið, at tað als ikki líkist næstakærleika, men heldur sjálvrættvísi. - Bara so at eingin kann siga tey ring fyri, at tey einki gera.
Eg krevji ikki, at fólk skulu geva inntil tey sjálv mugu bidda. Geva vit bara eitt sindur, samstundis sum vit royna at fáa onnur at gera tað sama, so kunnu vit avrika so ótrúliga nógv meiri, enn um vit bert sjálv geva okkum fátøk og troytt.
Og eg skilji eisini at verðin kann tykjast at vera eitt alt ov stórt stað, soleiðis at ein kennir seg lítlan og maktarleysan. Men tað kann ongantíð vera ein umbering fyri einki at gera. Sum Helen Keller segði: "Eg eri kanska bara ein, men eg eri tó ein. Eg kann kanska ikki gera alt, men eg vil tó ikki halda meg frá at gera tað, eg kann".
At vera ein hetja er ikki nakað, ið bert er fyri løgnar einstaklingar. Tað er ein lagna, ið kallar á okkum øll. So leingi pína og órættvísi finnast í verðini kann einki gott menniskja hvíla.
Og sannleikin er tann, at her eru hetjur. Nógv eru altíð runt um heimin, ið berjast og gera sítt fyri at minka um neyðina og órættvísina, og gera heimin til eitt betri stað. UNICEF roynir at gera byggja fyri at útbúgva fólk í triðja heiminum. Tey læra at gera brunnar og at ansa eftir sjúkum sum AIDS, og kanningar hava víst at jú meiri útbúgving ein kvinna fær, jú færri børn fær hon, so hetta hjálpir eisini móti ov miklum fólkavøkstri og harvið móti hungursneyð. Onnur royna at virka fyri at landbrúksstuðulin í Europa verður tikin av, tí at hann ger tað ómøguligt fyri bóndur í tí triðja heiminum at kunna kappast á heimsmarknaðinum, og er sostatt við til at halda teimum niðri í fátækradømi.
Hetta eru bara nøkur dømir. Har er nokk at gera, og nokk av møguleikum og mátum at gera tað uppá.
Gerið okkurt. - Bara okkurt! Tað kann kanska ikki gera tykkum til hetjur, men tað er ein byrjan og so eru tit í minsta lagi ikki heilt ónd longur. Og ein dagin, so gerst okkara søga kanska verd at fortelja.