Hetland er tað av okkara grannalondum, sum er fullkomiliga afturútsiglt, tá talan er um fjarsamskifti og kunningartøkni. Langt er frá múgvandi stórbýnum London og norður til oyggjarnar í Atlantshavi, Hetland, Orknoyggjarnar og Hebridurnar. Hetta er nakað, sum oyggjarbúgvarnir í mongum førum kenna aftur í gerandisdegnum. Og tað er ikki sørt, at teir øvunda føroyingum ta støðu, sum vit eru í, har eitt nú undirstøðukervið er so mikið væl útbygt, at nærum øll húski og fyritøkur hava atgongd til breiðband.
Myndugleikarnir í Hetlandi vilja nú sleppa at bøta um hesa ótolandi støðu, sum oyggjarnar eru í. Tað er í hesum sambandi, at eitt umboð fyri Shetland Island Council vitjar í Føroyum í hesum døgum. Marvin Smith er stjóri á búskaparligu menningarstovuni í landspartatinginum í Hetlandi. Hansara arbeiðsøki fevnir m.a. um fjarsamskifti og kunningartøkni.
Alt steðgaði upp
Hvussu álvarslig støðan er í Hetlandi í dag kom týðuliga til sjóndar, tá alt sambandið við umheimin slitnaði herfyri. Hetta var einki minni ein ein vanlukka. Allar týðandi samfelagsfunktiónir steðgaðu upp, eitt nú varð flogvøllurin stongdur. Hetta hevur nú veruliga sett gongd á málið um betri fjarskiftissamband millum Hetland og umheimin.
-Vit mugu hava eitt skjótari og tryggari fjarskiftissamband við umheimin skulu vit sum samfelag ikki dragna heilt afturút sigur Marvin Smith og vísir á, hvussu langt føroyingar eru komnir í mun til tey í Hetlandi.
Hann er tí komin til Føroya fyri rætt og slætt at biðja um hjálp. Og hesa hjálpina heldur Føroya Tele seg kunna veita. Lykilin til hesa tænastu er eingin minni enn SHEFA-2 kaðalin, sum gongur úr Skotlandi til Føroya umvegis Hetland.
Tað er ikki so langt síðani, at sami Shefakaðalin varð knýttur í fleiri framleiðslupallar vestan fyri Hetland. Sami kaðalin kann nú eisini koma hetlendingum á landi til góða.
Marvin Smith, sum ikki dylur fyri, at hann er rættiliga ovfarin av, hvussu væl føroyska samfelagið er útbygt ikki minst, tá tað snýr seg um undirstøðukervið, greiðir frá, at stóra bretska fjarskiftisfyritøkan British Telecom (BT) hevur heilt forsømt oyggjarnar norðan og vestan fyri Skotland, tá talan er um at fáa íbúgvunum her ein nútímans og vælvirkandi infrastruktur.
Í dag ræður tí einki minni enn miðaldarlig líknandi støða á KT økinum í Hetlandi samanbera vit við eitt nú Føroyar sigur Marvin Smith. Hóast fleiri veitarar eru so manglar sjálvur infrastruktururin, sum kann tryggja eitt gott, skjótt og trygt fjarskiftissamband millum stovnar, vinnufyritøkur og vanlig húski í Hetlandi og útheimin.
Leggja 40 kilometrar av piburkaðali
Hóast ringu støðuna, so er Hetland kortini í eini sera hepnari støðu, tí Shefakaðalin er har, og nú er bert eftir at troyta møguleikarnar hann gevur. Kaðalin fer sum er í land í Hetlandi, og nú arbeiða fólk hjá Føroya Tele saman við hetlendingum við eini ítøkiligari ætlan at leggja ein 40 kilometrar langan fiburkaðal frá kaðalstøðini á strondini til Lervickøkið. Síðani kann farast víðari haðani og leggja út breiðband til vinnufyritøkur og húski í høvuðsstaðnum og økjunum nærhendis. Marvin Smith heldur tað fer at taka tíð at koma út kring alt landið, men mest umráðandi er at knýta Lervick økið í Shefa-2, tí harvið kemur Hetland inn í KT og nútímans fjarskiftisøldina við eitt.
Hjá Føroya Tele síggja tey nakað heilt stórt og spennandi í hesi nýggju avbjóðingini. Tað hevur leingi verið eitt ynski og eitt mál hjá Føroya Tele at kunna vera við til at veita tænastur uttan fyri Føroyar eisini, og her kemur so ein rættiliga stór uppgáva, har tú sum fyritøka skal til at byggja upp ein spildurnýggjan infrastruktur, sum fevnir um eitt heilt samfelag.
Páll Vesturbúð, stjóri í FT Net og tann, sum hevur verið við til at menna samvinnuna við eitt nú oljufelagið BP í sambandi við fjarskifti til og frá fleiri oljupallum, heldur uppgávuna vera eina áhugaverda avbjóðing. Føroya Tele hevur nettupp royndirnar og ekspertisuna til at átaka sær eina slíka uppgávu, og nú verður so arbeitt við at leggja eina ætlan fyri hesa menning.
Í fyrsta umfari verður brúk fyri ráðgeving og øðrum KT tænastum og verður hetta gjørt í tøttum samstarvi millum Føroya Tele, Shetland Island Council og helst eisini BT, sum helst sær tað sum eina skilagóða loysn, at eitt felag á tí stødd sum Føroya Tele hevur kann átaka sær umrøddu uppgávu. BT er júst farið undir at nútímansgera fjarskiftiskervið í Bretlandi. Byrjað verður í London og Manchester fyri síðani um kanska fleiri ár at enda í Hetlandi og hinum oyggjunum.
Føroya Tele rætta felagið
-Hetta hava vit als ikki tíð til at bíða eftir og eftir at hava fylgt gongdini í Føroyum og sæð, hvussu dugnaligir tit hava verið á hesum øki hevur landspartating okkara gjørt av at heita á Føroya Tele um at loysa upp fyri hesi fyri okkum so týðandi uppgávu sigur Marvin Smith.
-Eg eri komin til Føroya fyri at kanna, um føroyingar eru áhugaðir í at hjálpa okkum at byggja út eitt undirstøðukervi. Talan er jú um oyggjasamfeløg, sum liggja fjarskotin frá meginlandinum og sum vit hava skilt, so hava tit megnað at útbyggja eitt sera framkomið fjarskiftiskervi, og vit halda avgjørt, at vit hava nakað at læra av tykkum. Tit hava nakað at lata okkum, sum kann tryggja, at okkara oyggjasamfelag ikki verður heilt afturútsiglt í mun til eitt nú restina av Bretlandi.
Marvin sigur víðari, at í nógvum førum er Hetland frammanfyri onnur útjaðaraøki í Bretland, men skal Hetland, sum liggur fjarskotið, kunna fylgja við menningini, so er neyðugt at menna fjarskiftiskervið, ikki minst nú internet og breiðband eru vorðin ein so týðandi partur av lívinum hjá fólki í dag. Skulu vit varðveita arbeiðsplássini og fáa fólk at støðast í Hetlandi, so má KT tøknin og fjarsamskifti verða partur av menningini. Sum er standa vit langt aftanfyri býarumhvørvini í Bretlandi. Tí vilja vit nú gera alt fyri fáa gagn av fiburkaðalmenningini, og vit eru í teirri hepnu støðu, at SHEFA-2 longu hevur gjørt landgongd.
Marvin Smith heldur tað vera ein stórur fyrimunur fyri teir at kunna samstarva við eina meðalstóra fjarskiftisfyritøku sum Føroya Tele, tí kommandovegirnir eru nógv skjótari. -BT er so mikið stórt, at tú hevur ilt við at koma á tal við teir, meðan vit bara kunnu taka telefonina og ringja til Føroya Tele og tosa út um tingini - og so hendir nakað.