Hetlendingar hjálpa føroyingum ímóti Sea Shepherd

Tað gekk ikki eftir ætlan, tá ið eitt skip hjá Sea Shepherd fór til Hetlands at bunkra

 

Myndugleikarnir í Hetlandi hava nú givið føroyingum eina hjálpandi hond í stríðnum ímóti umhvørvisfelagsskapinum, Sea Shepherd.

 

Fyrr í dag skrivaðu vit, at Bob Barker, sum hevur ligið og siglt rundaum Føroyar í eina viku, tí manningin varð burturvíst, var farin til Hetlands.

 

Samstundis hevði onki verið at frætta frá einum øðrum av skipunum, felagsskapurin hevur í Føroyum, Sam Simon.

 

Men nú upplýsir Sea Shepherd, at eisini hann er farin til Hetlands, har hann ætlaði at bunkra olju.

 

Men tá kom løgreglan umborð og legði hald á ein skjóttgangandi bát, tey høvdu umborð.

 

Í Sea Shepherd siga tey, at so vítt, tey hava fingið at vita, hevur hetta samband við grindadrápið í Sandavági tann 12. august, har Sea Shepherd vóru rættiliga ágangandi, og rýmdi undan løgregluni.

 

Sea Shepherd skrivar eisini, at tað er í samstarvið við løgregluna í Føroyum, at løgreglan í Hetlandi tók bátin.

 

Sostatt hevur Sea Shepherd bara eitt skip í Føroyum í hesum døgum og tað er tríkiljan, Brigitte Bardot.