Hetlendingar áhuga í føroysku tax free skipanini

Stjórin í hetlendska ferðaráðnum hevur verið í Føroyum og sæð, hvussu føroyska tax free skipanin virkar, og hugsandi er, at hendan verður sett í verk í Hetlandi, sigur Uni Danielsen.

Ferðafólk & handil

Nú summarið er í hondum, og handlarnir aftur fara at selja tax free ella
mvg-fríar vørur til útlendsk ferðafólk, er vert at hava í huga, at skipanin, sum
ger, at ferðafólkini kunnu fáa meginpartin av mvg?num aftur, tá ið tey fara av
landinum, nú er føroysk og ikki útlendsk.
Tað eru serliga føroyskar ullavørur, sum keyptar verða á henda hátt, og har
útlendsku ferðafólkini fáa tað, sum svarar til meginpartin av mvg?num, aftur á
flogvøllinum ella umborð á Norrønu.


Stimbrar føroyska
framleiðslu

- Vit høvdu eina útlendska skipan á økinum, sum ivaleyst virkaði rímiliga væl,
men skipanina, vit hava í dag, hevur Flogfelag Føroya gjørt og umsitur.
Uni sigur, at tá ið ferðafólk keypa vørur í tax free-handlunum, fáa tey ein
kekk, sum tey fara til tollararnar við á veg útaftur av landinum. Her verður
kekkurin stemplaður, og síðan fara tey til kunningarstovuna ella Flogfelag
Føroya á flogvøllinum og fáa meginpartin av tí, sum svarar til mvg?ið, aftur.
Sama er, tá ið tey fara av aftur landinum við Norrønu.
Uni sigur, at útlendsku ferðafólkini fáa eitt lítið sindur meira útgoldið eftir
nýggju skipanini.
- Flogfelag Føroya umsat eisini gomlu skipanina, men vit hildu tað vera rætt,
at vit høvdu okkara egnu.
Skipanin við mvg fríu vørunum ger tað bíligari hjá útlendingum at keypa
føroyskar vørur, og hetta stimbrar tískil eisini føroyska framleiðslu og
framleiðsluhugin.


Hetlendingar
hava áhuga

Sum nevnt, er tað Flogfelag Føroya, sum eigur hugskotið við føroysku tax free
skipanini, og tað er Com Data, sum hevur gjørt telduskipanina í hesum sambandi.
Nú vísir tað seg, at eisini aðrir hava fingið eyguni upp fyri føroysku loysnini
á økinum.
Uni sigur, at stjórin í hetlendska ferðaráðnum hevur verið í Føroyum og sæð,
hvussu føroyska skipanin virkar. Hann er hugtikin av henni og hevur víst á, at
hetlendingar kundu hugsað sær at sett føroysku skipanina í verk í Hetlandi, har
teir annars hava eina útlendska skipan á økinum, sum teir ikki eru so fegnir um.
- Vit hava fingið ein ítøkiligan fyrispurning um at hjálpa teimum við at seta
okkara skipan í verk í Hetlandi, sigur Uni Danielsen og leggur aftrat, at tað er
ikki sørt, at Flogfelag Føroya sær eina ávísa æru í hesum.
Verður føroyska skipanin sett í verk í Hetlandi, sum mangt bendir á, er hetta
samstundis ein útflutningur av føroyskari vitan og tøkni.