Hetta broytir einki

 Løgtingsins umboðsmaður hevur ikki fríkent Vinnumálaráðið fyri nakað sum helst, og einki av tí, sum eg havi sagt, er afturvíst, sigur Dagmar S. Joensen. Hon hevur ikki tikið støðu til, um hon fer í rættin við málinum

Dagmar-málið

Løgtingsins umboðsmaður tekur ikki støðu til, um Dagmar S. Joensen varð trýst til at siga seg úr starvinum sum stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins. Skal hesin spurningu greiðast, skal málið roynast í rættinum, men tann møguleikan hevur høvuðspersónurin í málinum als ikki tikið støðu til.
 Tað eru bara fáir dagar síðani, at eg fekk svarið, og Jógvan Páll Lassn (sakførari hjá Dagmar, blðm.) er í feriu í løtuni. So enn havi eg ikki havt møguleika at viðgera hetta saman við sakførara mínum, sigur Dagmar S. Joensen.
Hon tykist annars vera rættiliga fáorðað um málið sum heild, men hon staðfestir, at svarið frá Løgtingsins umboðsmanni ikki broytir nakað sum helst í hesum.
 Hetta fríkennir ikki Vinnumálaráðið tað allarminsta. Einasta staðfestingin er, at umboðsmaðurin fær ikki viðgjørt málið. Eftir mínum tykki er somikið nógv skeivt farið fram í hesum, at hetat er heilt forferdiligt, sigur Dagmar S. Joensen, sum annars ikki ynskir at gera fleiri viðmerkingar til málið.