Nevndin, sum er sett at gera eina nýggja skattaskipan, er akkurát soleiðis mannað, sum hon eigur at vera.
Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Hon tekur sostatt ikki atfinningarnar hjá Bill Justinussen, at sær, tá ið hann spyr, hví tað at kalla bara eru akademikarar úr Havn, sum eru slopnir í nevndina.
Hann heldur, at vandi er fyri, at viðkomandi skattasjónarmið, sum mennast og virðast uttanfyri høvuðsskaðarøkið, fara at mangla í arbeiðnum hjá nevndini.
Les eisini: Vil vita hví bara fólk í Havn sleppa framat
Men Kristina Háfoss staðfeastir, at sjálvt endamálið við skattanevndini er júst, at hon skal ikki umboða úrvald sjónarmið ella ávís áhugamál.
- Skattanevndin skal hinvegin geva fakligan íblástur til, hvussu skattaskipanin kann endurnýggjast, sigur hon
Landsstýriskvinnan staðfestir, at sostatt er skattanevndin er ein faklig nevnd.
- Tá skattanevndin varð sett, varð hugt at fakligum førleikum og fakligum royndum, við serligum denti á búskaparfrøði. Harumframt varð miðað eftir, at samansetingin tryggjaði eitt hóskandi kynsbýti og eina ávísa breidd í búskaparfakligum førleikum, sigur Kristina Háfoss.
Hon sigur, at sjálvandi eiga øll týðandi sjónarmið at verða hoyrd í einum so týdningarmiklum máli.
Tí verða fylgibólkar knýttir at skattanevndini, har viðkomandi fakbólkar, áhugamál og sjónarmið verða umboðað, eitt nú kommunur, vinnulív, fakfeløg og løgfrøðiligir skattaserfrøðingar.
Eisini verður settur ein politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum flokkum, sigur Kristina Háfoss.