B36 boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Valerijs Sabala, sum í fjør spældi við KÍ. Tað er ein kærkomin fongur hjá B36, sum hevur leitað eftir áleypara í allan vetur.
Valerijs Sabala er úr Lettlandi hevur spælt ikki færri enn 53 A-landsdystir og skotið 13 mál. Hann er 28 ára gamal og royndi væl í KÍ, sjálvt um hann ongantíð megnaði at vinna sær fast pláss. Hann er skrásettur fyri 24 dystir fyri besta liðið mansliðið hjá KÍ og skoraði sjey mál.
Hóast tey 7 málini í landskappingini eru komin upp á 18 dystir, so var Valerijs Sabala bara á vøllinum í 464 minuttir. Tað er næstan eitt mál um tíman. B36 hevur fyri kortum eisini fingið Jann Benjaminsen.