- Hetta er átaluvert

- Tað er átaluvert, at pensjónistar og fyritíðarpensjónistar skulu standa fyri meira enn helvtini av sparingini hjá Heilsutrygd, sigur Landsfelag Pensjónista.

 

Landsfelag Pensjónista sendi Løgtingsins trivnaðarnevnd skriv hin 10. november í ár við soljóðandi viðmerkingum til uppskot til broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd:

 

Sambært lógaruppskotinum verður egingjaldið fyri pensjónistar og fyritíðarpensjónistar hækkað munandi, har hægsta egingjaldið fer úr 1.520 krónum upp í  2.320 krónur, tvs. 800 krónur, sum er ein hækking á 53%.

 

- Tað er ásett ein serstakliga stór hækking fyri tey, ið hava eina útreiðslu upp til 2.800 krónur, har egingjaldið fer úr 933 krónum upp í 1.540 krónur. Hetta er ein hækking á 65%.

 

Landsfelag Pensjónista heldur tað vera átaluvert, at pensjónistar og fyritíðarpensjónistar skulu standa fyri meira enn helvtini av sparingini hjá Heilsutrygd, tí tað eru hesi, ið hava tørv á nógvum heilivági, sum eru ringast fyri í okkara samfelag. 

 

- Vit mæla tískil frá, at lógaruppskotið verður samtykt, sigur felagið í mótmælinum.

 

Tað er Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista, sum stendur undir áheitanini, sum eisini er send miðlunum í kvøld.