Hetta er automatisk telefonvakt ...

Tey, sum mikumorgunin royndu at fáa fatur á fólki í Havn royndu til fánýtis, tí ein telefonlinja var grivin av við Landavegin

Tá fólk í Havn royndu at ringja til onkran í vesturbýnum í gjár, var alt til fánýtis. Har kom antin automatisk telefonvakt, ella hendi slettis einki.

Vit vendu okkum til Telefon...., nei Føroya Tele og spurdu hvat var á vási.

? Jú, tað er fleiri staðni í Havn at linjurnar eru farnar. Tær fóru í gjár (fyrradagin, blðm.), sigur Føroya Tele.

Orsøkin til at telefonsambandið við vesturbýin var farið var, at Tórshavnar Kommuna var í holt við eitt arbeiði við Landavegin, yvir av Málingahandlinum.

Teir høvdu verið so óhepnir at grava telefonkaðalin av og so var slitið.

Men tað var nú ikki bara í vesturbýnum, at telefonsambandið var farið sær ein túr.

Í Klaksvík og í Eysturoynni var eisini steindeytt.

Eitt skriðulop var orsøkin til at øll skipanin í Norðoyggjum var løgd púrasta lamin og so óheppið var tað eisini, at neyðskipanin, sum annars eigur at virka, tá vanliga skipanin ikki virkar, var eisini farin sær ein túr.

Av Føroya Tele verður sagt, at tað verður arbeitt av almakt fyri at fáa teleskipanina at virka aftur.

Tað má sigast at verða serstakliga óheppið, at bæði vanliga skipanin, neyðskipanin og fartelefonskipanin í einum heilum telefonøki liggur steindeyð.

Veðrið var sera buldrasligt týskvøldið og tað nógva áarførið mann verða orsøkin til at onkur skriðan er lopin, sum hevur tikið ljósleiðarakápulin við sær á vegnum.

Tað tekur sína tíð at umvæla slíkan kápul, og umstøðurnar at gera tað, vóru ikki tær allarbestu í gjár.

Hóast vindurin var minkaður nakað væl í gjár, so lotaði nakað væl og hartil regnaði tað.