Hetta er bæði hugstoytt og ørkymlandi

Stjórin í Heilsutrygd endar nú í Løgtinginum

 

Hetta er bæði hugstoytt og ørkymlandi!

 

Tað sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin. Og tað, hann sipar til, eru greinarnar í Sosialinum í gjár um stjóran á Heilsutrygd.

 

Í Sosialinum verður staðfest, at ongin beinleiðis grund var til at koyra stjóran í Heilsutrygd, frá. Men samstundisi fær hann løn í 15 mánaðir umframt gjald til sakførara hansara. 

 

Tí vil Jenis av Rana nú hava Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, at greiða Løgtinginum frá, hví stjórin á Heilsutrygd varð uppsagdur og hvussu hon kann rættvísgera, at at skattgjaldarin skal rinda so stóra upphædd í hesum sambandi.

 

Tað, Sosialurin skrivar, er bæði ørkymlandi og hugstoytt og tað er ikki vanlig mannagongd, at ein uppsagdur, almennur stjóri, fær løn í 15 mánaðir, umframt at tað almenna rindar sakførararokningina hjá honum, sigur løgtingsmaðurin fyri Miðflokkin.

 

Sosialurin hevur eisini fingið innlit í skjølini í málinum og tey benda ikki á nakað, sum kann vera orsøk til at siga hann úr starvi.

 

Einasta orsøki, sum er nevnd í Sosialinum, er, at umsitingin vildi bara sleppa av við stjóran, tí hann vildi ikki lata seg kúgað av umsitingini í Heilsumálaráðnum.

 

Og alt hetta skal Sirið Stenberg nú greiða Løgtinginum frá.