Hetta er besta árið yvirhøvur hjá 07 Vestur

Formaðurin Jón Nordendal roknar við, at tað fer at eydnast at lyfta liðið í Vágum uppaftur longri fram

Magnus Powell hevur av álvara gjørt mun, síðani hann í summar tók við sum venjari hjá 07 Vestur

Í dag setti 07 Vestur punktum fyri hetta árið við trivaligum 5-1 sigri á útivølli ímóti TB. Hetta er størsti sigur hjá vágamonnum í ár, hetta er størsti sigur hjá 07 Vestur yvirhøvur á útivølli í bestu deildini, og hetta er størsti sigur hjá 07 Vestur í fremstu røð síðani 16. september 2017, tá ið 07 Vestur vann 5-0 á heimavølli ímóti Skála.

 

Stigatalvan sigur, at 07 Vestur hevur 28 stig og endar á sætta plássi.

 

Hálvleiksstøðan var 3-1. Øll málini í fyrra hálvleiki vórðu skorað síðstu seks minuttirnar. Predrag Jeremic og Janus Svabo Samuelsen løgdu 07 Vestur á odda 2-0, áðrenn Jóhan Renéson Thomsen minkaði um munin. Hetta var triðja umfarið á rað, at 19 ára gamli Jóhan Renéson Thomsen var málskjútti.

 

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, økti John Fagerström um munin til 3-1. Hann økti til 4-1 miðskeiðis í seinna hálvleiki, og hann legði upp til 5-1 málið, sum innskifti Ragnar Weihe skoraði, tá ið vanliga leiktíðin var farin. John var altso tvífaldur málskjútti, og hann hevur skorað fýra mál, síðani hann í summar legðist aftrat í 07 Vestur.

 

Jón Nordendal er formaður í 07 Vestur, og hann og hini í og kring felagið eru heilt væl nøgd:

 

-Hetta er besta árið yvirhøvur hjá 07 Vestur. Heðin Askham gjørdi eitt gott arbeiði, og eftir at hann legði frá sær, hevur Magnus Powell av álvara lyft liðið. Serliga hugaligt er tað, at hann hevur megnað at fáa meiri burturúr ungu lokalu spælarunum, sum vit hava vitað áttu góð evni. Tað gevur blóð á tonna, og um rætt verður atborið, so hava vit møguleikar at standa okkum uppaftur betur, sigur Jón Nordendal.

 

Umframt at besta liðið, ið var uppflytari, vann sætta plássið, so flutti næstbesta liðið upp í 1. deild og triðibesta liðið upp í 2. deild.

 

-Haraftrat hava vit fyri fyrstu ferð havt kvinnulið í bestu deildini. Tær hava staðið seg væl, og tað hevur verið framúr fyri felagið og trivnaðin, at kvinnurnar nú av álvara eru við í felagnum, sigur Jón Nordendal formaður í 07 Vestur, sum eisini fegnast um, at ungir spælarar næstu árini fara at leggjast aftrat:

 

-Jens Erik Rasmussen hevur í nógv ár verið sera góður ungdómsvenjari. Eg haldi, at felagið nú er betur girað at slúsa ungar og evnaríkar spælarar inn í hópin, og málið er, at teir skulu fáa kjansin at vísa seg á besta liðnum, sigur 07 Vestur formaðurin.

 

Magnus Powell hevur av álvara gjørt mun, síðani hann í summar tók við sum venjari hjá 07 Vestur