Hetta er brot á samgonguskjalið

Heðin Mortensen væntar, at málið um Nólsoyarferguna fær drúgva viðgerð, nú fíggjarlógin verður løgd fyri tingið.

- Hatta er brot á samgonguskjalið. Tað stendur í samgonguskjalinum, at ein nýggj Nólsoyarferga skal byggjast. Eg skilji ikki, hvussu vit kunnu halda fast við, at ein Eysturoyartunnil skal byggjast fyri ein og hvønn prís, tí tað stendur í samgonguskjalinum, men samstundis taka Nólsoyarferguna av skrá, hóast hon eisini er nevnd í samgonguskjalinum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og Nólsoy og løgtingslimur, sum tó ikki væntar, at málið er avgreitt enn.

 

- Eg vænti, at hetta málið fer at fáa drúgva viðgerð, nú fíggjarlógin verður løgd fyri tingið. Tað eru fleiri tingfólk við mær, ið hava sett spurnartekin við, um hví Nólsoyarfergan verður spard burtur, sigur hann.

 

Heðin Mortensen sigur, hann var harmur, tá hann hoyrdi, at Henrik Old, landsstýrismaður, tók ætlanirnar um at byggja nýggja Nólsoyarfergu av borðinum aftur og setti beinanvegin spurnartekin við hesa avgerðina.

- Nólsoyingar hava glett seg at fáa nýggja fergu. Tað hevur verið eitt stórt ynski hjá teimum í nógv ár, og sjálvandi vórðu tey kedd, tá boðini komu frá landsstýrismanninum, um at hon kortini ikki verður bygd, sigur borgarstjórin og løgtingslimurin.

 

Heðin Mortensen greiðir frá, at tilgongdin at býggja nýtt skip at røkja farleiðina til Nólsoyar longu hevur verið í gongd í eini tvey, trý ár. 

- Vit hava arbeitt við at gera eitt so gott skip sum gjørligt, eitt so grønt skip sum gjørligt, og eg hevði tað fatan, at alt sá gott út, men nú er spurningurin, um skipið, sum ætlanin var at byggja, ikki longu er ov lítið. Verða nólsoyingar nøgdir við at eitt nógv minni skip enn tað, teir hava í dag, spyr Heðin Mortensen og vísir á, at skipið, sum í løtuni røkir farleiðina, Ternan, er væl størri, enn ætlaða skipið.

 

Heðin Mortensen sigur, at ein ávísur tørvur nú er skaptur, millum annað eftir at hava bilin við sær út í Nólsoy.

- Ternan nøktar hendan tørvin sum er, men nólsoyingar, sum øll onnur, vita, at talan er um eitt gamalt skip, sum má skiftast út. Eg eri tó farin at ivast í, um ætlaða skipið hevði nøktað hendan tørvin, sigur borgarstjórin, sum sigur, at hann hevur og fer framhaldandi at ráðføra seg við økisnevndina fyri Nólsoy og staðbundnu nevndina í Nólsoy.

- Tað er alneyðugt, at vit lurta eftir nólsoyingum í hesum málinum. Eg nýti als ikki farleiðina dagliga, men tað gera mong teirra, og tey mugu fáa eitt skip, sum nøktar teirra tørv, sigur Heðin Mortensen, sum ikki dylir, at hann heldur, at talan skal vera um eitt størri skip, enn tað ætlaða.

 

- Nólsoyingar eru væl nøgdir við Ternuna, burt sæð frá, at hon er gomul og tá hon verður tikin úr sigling, tí tørvur er aðra staðni. Tí tørvar teimum eitt nýtt skip. Tað verður tó kortini skeivt at byggja teimum eitt skip, sum longu er ov lítið til dagsins tørv. Tá tørvurin nú er størri, so mugu vit byggja eitt størri skip og eg haldi, at tað er tað, sum liggur í kortunum hjá Henriki Old, hóast hann fyribils hevur útsett ætlanina, sigur Heðin Mortensen, løgtingslimur og borgarstjóri í Havn og í Nólsoy.