Hetta er ein avbjóðing sum eg taki í álvara

Nakrir møguleikar verða kannaðir, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum

Sambært Búskaparráðnum fara at tað mangla fleiri hundrað starvfólk í á eldraøkinum hesi næstu tíggju árini og tískil hevur Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, spurt Jenis av Rana, landsstýrismann í útbúgvingarmálum, hvat hann ætlar at gera við tað.

 

Jenis av Rana svarar, at hetta er ein avbjóðing, hann tekur í álvara og tað verður eisini arbeitt fyri at bøta um útbúgvingarmøguleikarnar á hesum øki. Hann sigur, at í hesum sambandi er ætlanin at taka fleiri lesandi inn á heilsufakligu útbúgvingarnar næsta ár, enn tað verða tikin inn í ár.

 

Samstundis verður møguleikin kannaður fyri at geva starvsfólkum á eldraøkinum løn undir útbúgving. Og somuleiðis verður arbeitt við einum ítøkiligum uppskoti um at gera eina skipa, har starvsfólk við drúgvum royndum á økinum, verða førleikament.

 

Í Íslandi er arbeiðisvikan hjá hesum starvsbólkinum stytt og Annika Olsen spurdi eisini Jenis av Rana, um hetta er ein møguleiki í Føroyum. Men til tað svarar landsstýrismaður, at tað er arbeiðsmarknaðarmál, og tað umsitur hann ikki og tískil kann hann heldur ikki svara upp á tað. Landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum er Magnus Rasmussen, sum eisini umsitur vinnumál.