- Hetta er ein ábending

Tað heldur Torkil Veyhe um heiðurin, sum hann fekk í Tour de Normandie.

Tað gekk ikki júst sum ætlað hjá Torkili Veyhe og liðfeløgunum á Team VIRTU Cycling í fronsku kappingini, Tour de Normandie, sum endaði í gjár, men føroyski súkklarin fekk tó ein heiður frá fyriskiparunum.


Torkil Veyhe, sum sjálvur endaði nummar 62 og var við til at súkkla ein liðfelaga fram sum nummar 18, royndi seg í fleiri útbrotum og varð eftir kappingina kosin at vera mest álopssinnaði súkklarin í kappingini.


- Mín máti at súkkla uppá er at leypa og og koyra frá restini, um eg skal vinna. Tað verður ofta heiðrað við slíkum heiðri, men tað ber sjálvandi ikki til, um man ikki er væl koyrandi, so hetta er heilt víst ein ábending fyri meg um, at eg eri á rættari leið, sigur Torkil Veyhe.


Ein longri samrøða við Torkil Veyhe um Tour de Normandie er at lesa í Sosialinum í dag.