So skjótt Sambandsflokkurin kemur aftur til valdið, skal tað verða lættari hjá føroyingum, sum hava brúk fyri tí, at fáa eitt danskt persónsnummar, eitt CPR nummar, sum tað eitur. Tað sigur Bárður S. Nielsen, formaður fyri Sambandsflokkin.
Hann sigur, at tað er sjálvsagt, at vit gera skipanir ímillum londini so smidligara sum gjørligt fyri at økka um frælsi hjá føroyingum. Bárður S. Nielsen hevur spurt løgmann um føroyingar skulu hava møguleikan at útvega sær CPR-nummur í Føroyum. Hann sigur, at soleiðis kann tað gerast nógv høgligari hjá føroyingum, eitt nú lesandi, sum søkja um upptøku á universitetum, ella sum skulu søkja um lestrarstuðul og barnaansing.
Tað verður eisini smidligara hjá føroyingum, sum hava pensjón í donskum feløgum, tað kunnu vera sjúkrasystrar, útisiglarar, og onnur.
Løgmaður sigur, at longu í 2016 boðaði danska stjórnin frá, at hon var til reiðar at loysa trupulleikan, so at føroyingar kundu fáa eitt danskt CPR nummar í Føroyum, uttan at noyðast at møta upp í eini danskari kommunu.
Men stígur kom í málið, tí landsstýriskvinnan á økinum, Sirið Stenberg, vildi bara seta hesa skipanina í verk fyri sjúkrahúsverkið, og ikki fyri aðrar bólkar eisini. Og síðani hevur málið verið umrøtt í Landsstýrinum, men tað var ikki meiriluti fyri at gera tað lættari hjá føroyingum at fáa CPR nummar, sigur løgmaður. Hann sigur eisini, at hann fer ikki at taka málið úr hondunum á landsstýriskvinnuni fyri at fáa tað loyst.
Les eisini: Vilja ikki geva føroyingum danskt CPR nummar
Bárður S. Nielsen sigur, at sostatt staðfestur Løgmaður, at hann liggur undir fyri Tjóðveldi og Framsókn.
– Teir vilja skapa ein trupuleika sum ikki er til, við at nokta føroyingum at fáa CPR-nummar, hóast hetta hevði lætt munandi um hjá teimum, sigur hann í eini viðmerking, hann hevur sent okkum í morgun.
– Hetta er alt av misskiltum nationalistiskum orsøkum, og tí er tað undrunavert at løgmaður ikki vil taka málið í egnar hendur. Sirið Stenberg liggur í buktini og er harðliga ímóti CPR-numrum og Løgmaður vil einki gera, sigur hann. Og hann heldur, at hetta er ein gøla, tí føroyingar høvdu fingið fyrimunin.
– Tað er álagt Landið og kommunum, stovnum og fyritøkum, at samskifta talgilt, men Løgmaður vil ikki lata borgarunum eina ókeypis og ópolitiska skipan, ið ger talgilda samskifti hjá føroyingum nógv lættari. Og tí skal málið um CPR-nummur loysast so skjótt Sambandsflokkurin kemur til valdi, sigur Bárður S. Nielsen.
Sami spurningur verður eisini umrøddur í oddagreins í Sosialinum hetta vikuskiftið. Í oddagreinini staðfestir blaðstjórin, at sum danskir ríkisborgarar hava vit nøkur rættindi og nakrar møguleikar, sum høvdu lætt nógv um hjá fleiri fólkum. Sjálvandi skulu vit gera okkum dælt av slíkum møguleikum.
– Vit mugu halda uppat við hesum »danin er fanin« politikkinum, tí vit blíva hvørki meira ella minni donsk, fyri tað, um føroyingar, sum hava brúk fyri tí, kunnu fáa ein lættari máta at samskifta við danskar myndugleikar, sigur blaðstjórin.
Og hann heldur, at tað er troyttandi við øllum hesum blokkerandi minnilutunum, sum vit hava í føroyskum politikki. Onkur er ímóti samkyndum. Onkur annar er ímóti fosturtøku. Og ein er gud hjálpi okkum ímóti, at føroyingar skulu sleppa at samskifta lættari og einfaldari við danskar myndugleikar!