? Vit hava gjørt onkra smábroyting í mun til upprunaligu ætlanina, m.a. var ætlanin at hava eitt parkeringspláss, men tann ætlanin er nú slept. Annars er ætlanin júst tann sama, sum bleiv samtykt í 1989. Vit áttu hetta styki langt áðrenn Høgni Mikkelsen, sum bygdi húsini í Torkilsgøtu, keypti økið har uppi. At eigararnir ikki eru kunnað um ætlaninar er kanska harmiligt, men tey kundu altíð farið oman á býráði at spurt sjálvi. Ætlaninar hava ligið har niðri líka síðan 89, sigur Eyðfinn Guttesen. Hann heldur víðari, at um tú ynskir at búgva í býnum, so kanst tú ikki vænta tær nakað útsýni.
?Tey vistu øll, at her lá eitt stórt stykki niðanfyri, sum okkurt allarhelst fór at verða bygt á, fyrr ella seinni, sigur hann.
Hann greiðir frá, at Guttesen og Stakksund hava hildið seg innan fyri byggisamtyktina, og hava einki ólógligt gjørt.
?Vit søktu um byggiloyvi og fingu játtandi svar. Tí kann býráðið ikki bara soleiðis uttan víðari broyta samtyktina, greiður Eyðfinn frá.
Tey í Torkilsgøtu skulu tí ikki vænta sær nakað av mótmælisskrivinum. Býráðið hevur heilt einfalt ikki heimild til, at taka loyvið aftur nú, sigur Eyðfinn Guttesen. Hann vil tó ikki gera viðmerkingar til, hvørt tað er dupult av býráðnum at nokta teimum reising uppá 45 stig, tá Guttesen og Stakksund kunnu byggja við tveimum hæddum.
? Hatta veit eg einki um. Eg veit bara, at eg havi fingið loyvi til tað arbeiðið, sum vit gera nú, og tað hava vit havt síðani 1989. Hvørjar aðrar síður eru í málinum, sum tey í Torkilsgøtu eru ónøgd um, veit eg ikki, sigur hann at enda.