info
Ongi úrslit

Hetta er ein grund afturat at kanna øll sum koma til Føroya

Enn vita vit ov lítið um tann nýggja variantin av koronu

Áki Bertholdsen
29. november 2021 kl. 10:49

Seinastu dagarnar hevur ein nýggjur variantur av koronu tikið seg fram í syðra parti í Afrika, men nú um vikuskiftið er hann somuleiðis staðfestir í Evropa og eisini í Danmark eru fyrstu tilburðirnir staðfestir.

Í morgun varð eisini boðað frá, at ein skúli í Odense var lukkaður, tí ein ókendur variantur av koronu var farin at ganga á skúlanum og nú skuldu tey kanna, um talan er um hendan nýggja variantin úr Suðurafrika. Samstundis hava danskir myndugleikar sett bann fyri flúgving úr fleiri londum í syðra parti í syðra parti í Afrika.  

Pál Weihe, ráðgevari í koronu, heldur at tað var ein røtt avgerð at seta forboð fyri flogferðslu úr syðra parti í Afrika til vit vita meiri um, hvussu hesin nýggi varianturin háttar sær.

Men tað er alt, sum talar fyri, at hesin nýggi varianturin úr syðra parti í Afrika, omikron-varianturin, smittar nógvar ferðir verri enn núverandi delta-varianturin.  Onkur hevur sagt, at hann smittar 500 ferðir so illa, sigur Pál Weihe. Tað er í hvussu so er ábendingar um at hann smittar øgiliga illa, tí hann hevur breitt seg skjótt.

Men hinvegin vita vit ikki, hvussu illa sjúk fólk verða av honum, leggur hann afturat. Í besta føri er talan um ein ógvuliga mildan variant, men er tað so er væl sloppið, tí so kann í roynd og veru talan verða um, at hann virkar, sum eitt slag av koppseting – men tað vita vit ov lítið um enn, sigur hann.

– Hinvegin hava vit ringar royndir av at forða fyri, at nýggir variantar breiða seg. Tað hevur víst set at vera ein ómøgulig uppgáva, tí viðhvørt fer smittan ígjøgnum heilt, og tískil skulu vit eisini vænta, at hann kemur hendavegin, sigur koronu-ráðgevarin.

Danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, hevur boðað frá, at endamálið er at forða fyri at hann breiðir seg í Danmark, so leingi sum gjørligt. Pál Weihe, ráðgevari í koronu, heldur, at hetta er ein góður taktikkur, tí enn vita vit ov lítið um hendan variantin.

Pál Weihe hevur altíð verið talsmaður fyri, at vit skulu kanna øll, sum koma til Føroya. Og skulu vit hava sama taktikk, er hetta eitt argment afturat fyri at kanna øll, sum koma til Føroya, sigur hann. Skal nýggi varianturin fáa fastatøkur í føroyingar, má hann koma uttaneftir, so útfrá einum læknafakligum sjónarmiði burturav, er tað ein grund afturat til at kanna øll, sum koma til Føroya, leggur hann afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Styrkja samstarvið millum maritimu skúlarnar

27 minuttir síðan
Tíðindi

Hegseth: Avrættingin verður almenn

40 minuttir síðan
Tíðindi

Fjórði fundurin í felagsnevndini hjá ES og Føroyum um Horizon Europe

57 minuttir síðan
Lesarabrøv

Nú er at smíða meðan jarnið er heitt

1 tími síðan
Tíðindi

Tórsgøta stongd sunnudagin 11. oktober

1 tími síðan
Tíðindi

Ummæli: Fólk og dólgar í Kardamummubýi - Pisa dreingirnir sleppa til orðanna

1 tími síðan
Tíðindi

Dólgarnir tosa nú føroyskt á filmi

1 tími síðan
Tíðindi

35 nýggj barnagarðspláss í Baldursbrá

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú er framsýningin í Gamla skúla pakkað niður

2 tímar síðan
Tíðindi

Nývald nevnd í Ráði teirra lesandi á Setrinum

3 tímar síðan
Tíðindi

SSP-lærarar nógvar fráboðanir

3 tímar síðan
Tíðindi

Meningokokksjúka í Føroyum 1980–2025

4 tímar síðan