Hetta er ein heilt serlig jólakapping

- Húsini skulu verða gjørd úr piparkøkudeiggi, antin heimagjørt ella keypt, siga tey, sum skipa fyri kappingini.

Eins og undanfarna ár verður aftur í ár skipað fyri einari piparkøkuhúskapping í Hvannasunds kommunu.

 

- Húsini skulu verða klár fríggjadagin hin 16. desember, og tey skulu latast inn í Café Old School millum klokkan 17 og 18 henda dagin.

 

Í Hvannasunds kommunu, har trivnaðarnevndin stendur fyri tiltakinum, siga tey, at myndir av piparkøkuhúsunum verða at síggja á Facebook-vanganum "Vit í tronganum".

 

- Eisini fer at bera til at spáka sær ein túr framvið Café Old School og kaga inn gjøgnum glashurðina og síggja vøkru og hugnaligu piparkøkuhúsini.

 

Sagt verður, at sunnudagin hin 18. desember millum klokkan 17 og 18 eru øll vælkomin í Café Old School at atkvøða um vakrasta piparkøkuhúsið.

 

- Vinnarin verður eisini funnin hin 18. desember, og vinningurin er ein lekkur jólakurv, siga tey í Hvannasunds kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at piparkøkuhúsini skulu verða gjørd úr piparkøkudeiggi - antin heimagjørt ella keypt.